Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra 6. flokkar – kunnandi fundur í dag

Jóhann Lützen

Tað er ein jalig gongd, sum ger at leiðslan hevur kallað inn til kunnandi fund á Skúlatrøð í dag

Skúlastjórin skrivar soleiðis:

Kæru foreldur og næmingar í 6.flokki

Nú skúlaárið 2026/27 byrjar, er næmingatalið í 6. árgangi á Skúlatrøð, farið upp um 78 næmingar. Hetta førir við sær, at tað áliggur skúlanum at skipa næmingarnar í fýra flokkar frá skúlaársbyrjan. Starvsfólk hava saman við leiðsluni skipað næmingarnar í fýra nýggjar flokkar. Í tilgongdini eru atlit tikin til didaktik, trivnað og kynsbýtið. Vit vilja bjóða tykkum til stuttan kunningarfund kl. 17.00 týsdagin 11. august um broytingina. Næmingar eru vælkomnir við á fundin.

Jónleif Johannesen, skúlastjóri