Leygarkvøldið 12. september verður hugnaliga bygdin Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna, sum hevur til endamáls at kveikja hugin at lurta eftir søgum og menna kynstrið at siga frá søgum. Nýggju kvinnur og menn fara at siga frá søgum í seks ymiskum støðum, og fyri at hoyra tær ymisku søgurnar verður gingið hús úr húsi. Harumframt verður eisini sangur og føroyskur dansur.
Søgugongan byrjar kl. 19.00 í aldargomlu vøkru trækirkjuni við frásøgn og felagssangi. Síðani byrjar sjálv søgugongan, har vit sleppa inn í serstøku húsini í Kinn, Víkahúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan, har húsaveggirnir eisini siga sínar søgur. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Bárður Árnason, Ingolf Joensen, Knút Háberg Eysturstein, Magni Arge, Noomi Reinert, Rani Nolsøe, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð og Vígdis T. Klein. Vit fara at hoyra alt frá lokalum søgum til søgur úr stóru verð, um Eiðismenn, abbasystrar, huldusøgur og tað, sum hendir ‘aftanfyri gardinurnar’.
Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini. Síðani verður farið upp á gólv í hugnaliga gamla skúlanum, og tað er Kári Sverrisson, ið skipar dansin.
Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, kort og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har.
Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta.
Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini “Søgufrøi”.
Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Mentamálaráðnum.
Atgongumerki á 295 kr á loksholl.fo
