Cancel Culture í Frískt lot
David og Rannvør práta um Cancel Culture í Føroyum, í hesum partinum av Frískt lot. Tinna Berg Jørgensen, ið er reportari, hevur verið og práta við Niels Una Dam, ið er samskiftisráðgevi og stjóri á Nudlavirkinum, um fyribrydi í breiðari merking.
Barbara Holm, ið er ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet og Jóhann Lutzen, ið er blaðstjóri á Norðlýsinum eru eisini bæði við í sendingini og práta um hvussu miðlar skulu fyrihalda seg og arbeiða nú Cancel Culture kann ávirka hvussu søgur verða móttiknar og brúktar av almenninginum.