Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Upptakt: KÍ-Lech Poznan

Jákup Ósá

Í kvøld verður dystur um, at tryggja sær pláss í deildarspælinum í Conference League.

Pólsku meistararnir vitja KÍ og hava eina 1-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Hjá KÍ væntast nærum teir somu tøkir sum í Póllandi. Hallur Hansson er tøkur aftur eftir leikbann, meðan ivamál er um Gilla R. Sørensen, sum fór út móti HB vegna trupulleikar í knænum. Oussama Ali var ikki við móti HB, men væntast at blíva klárur. Hjá Lech Poznan er málskjúttin og annar miðverjin frá dystinum í Póllandi, ið báðir eru úr Afrika, ikki tøkir vegna manglandi loyvir.

Dysturin á Tórsvølli byrjar kl. 18.30. Dómari verður Igor Pajac úr Kroatia.