Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fylgið við frá kl. 8.30 í morgin

Svimjisamband Føroya

Í morgin skulu allir svimja 200 frí, sum er 1. kapping.

  • 1 riðil geil 5 svimur Silas og á geil 6 svimur Heini.
  • 3. riðil á geil 8 svimur Isak
  • 4. riðil á geil 7 svimur Líggjas

Tað er altíð stór luttøka í 200 frí, og her eru heili 87 svimjarar! Í síðsta riðli svimur t.d. ótrúligi David Popovici, sum hevur gjørt vart við seg í mong ár, hóast sín unga aldur (2004)

Tað er gleðiligt, at okkara dreingir hava rættiliga góðar tíðir í hesi grein, og spennandi verður at síggja, hvussu verður í morgin

Teir standa klárir aftur til kapping nr. 5, sum er 4×100 frí. Tá liggja í riðli 2 á geil 4 Millum Russland og Eysturríki.

Ongar tilmeldingartíðir eru til liðkappingarnar, og tískil liggja londini á tilvildarligum geilum.

Hóast okkara fara at liggja sera aftarlaga móti stóru tjóðunum, so eru útlit fyri føroyskum meti

So tá heppa vit eisini.