Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Meðan vit bíða . . . .

Hanus Kjølbro

Tað er í kvøld, at partvís sólarmyrking er. Tað er gjørt eitt burturúr á portalum, útvarpi og sjónvarpi, hvat ein partvís sólarmyrking er, so tað verður ikki endurtikið her.

Skýloftið oman fyri okkum hevur ikki verið til vildar higartil, at vit fara at síggja nakað serligt. Samdrigið og regn ella ælaveður.

Veðrið fer at batna seinnapartin. Longri og longri millum ælini – til endans turt. Sambært trimum modellum, sum eru at síggja heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya, fer skýloftið eisini at lætna eitt sindur. Tó vísir einki av teimum klárt loft og sól, men glottar upp ígjøgnum skýlagið undan suðurættini.

Fyri at síggja modellini, fari inn á vedur.fo og skrolli niður til kort. Har kann veljast millum DMI og tvey hjá Veðurstovuni (VSF 2,5 km og VSF 0,5 km)

Bestu ráðini eru at fylgja við veðrinum, hvussu tað broytist. Á faroeislandslive.com ber til at fylgja við myndum kring alt landið, hvar tað klárnar. Flestu okkara hava møguleikan at koyra ein tíma ella meir til tað rætta staðið. Fari inn á faroeislands.com og trýsti á Feed, sum er beint niðriundir Føroyarkortinum. So síggja tit nógvar myndir ísenn.

Vit vóna tað besta.

Frystilínuskipið Pison av Viðareiði er til fiskiskap í Eysturgrønlandi. Teir liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking er. Tað verður eina løtu áðrenn klokkan 18. Onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina. Eisini teir hava avbjóðingar við sýninum í morgun. Tá ið vit tosaðu við skiparan í morgun, lá mjørkin tættur heilt niður á sjógv. Sýnið bert 100-200 metrar. Hann sendi myndina, sum er niðanfyri.

Tað er at vóna, at teir umborð á Pison síggja ta fullu sólarmyrkingina seint seinnapartin í dag. Tað fer sjálvandi at blíva ordiliga myrkt í 2 minuttir ella so, men upplivingin at síggja mánan leggja seg fyri sólina er stór. Mynd: Eyðstein Sørensen, skipari.