Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sólarmyrking á Viðareiði

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Rættiliga nógv fólk leitaðu sær til Viðareiðis í gjárkvøldið at hyggja eftir partvísu sólarmyrkingini, og øll høvdu tey eina vón um at síggja eitt sindur av hesum sjáldsama og hugtakandi fyribrigdi.

Veðurstovu Føroya hevði boðað frá at sambært ættini, so var Viðareiði eitt av fáu støðunum í Føroyum, har møguleiki var at síggja nakað til sólamyrkingina. Hann var sunnan í ættini, sum er besta summarætt á Viðareiði

Veðrið var gott, og tað var óvanliga lýtt, hitamátarin vísi heili 20 hitastig, men tað, ið hevði størsta týdning, var at tað var klárt. Tað var partvíst samdrigið við sólglottum, og júst hesir sólglottar góðu fólki eina vón um eina góða uppliving.

Frammanundan vóru fólk væl kunnað um týdningin av at nýta brillur, tí vandamikið er at hyggja við berum eygum. Veðurstova Føroya hevði brillur til tey, ið ongar høvdu. Umframt hetta, so bjóðaði Veðurstovan kaffi og karamellur til øll.

Ikki var tað heilt sørt, tí av og á sóu fólkini, tá ið eitt petti av mánanum fór fyri sólina. Tað hoyrdist á fólki, at tey fegnaðust, tá ið hetta hendi. Tey róptu fagnaðarróp og vóru hugtikin av at síggja hetta sjáldsama fyribrigdið.

Tað byrjaði eisini at skýma, hetta sást týðiliga. Ein útilykt við følara, ið hekk á einum gróthúsi, tendraðist. Løtan, tað skýmdi, vardi einar 12 minuttir. Hetta var eisini hugtakandi at uppliva.

Sum tíðin leið, kom sólin meira fram, og luftin gjørdist klárari. Nú sást sólarmyrkingin væl. Um hetta mundið sást umleið ein triðingur av sólini, og eftir hetta kann sigast, at fólk sóu tað, ið eftir var av sólarmyrkingini.

Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Eg tosaði við nógv fólk aftaná. Huglagið var sera gott, og ongin ivi var um, at tey vóru hugtikin av at uppliva hesa serstøku løtu. Fólk vóru komin allastaðni frá úr Føroyum norður til Viðareiðis at uppliva sólarmyrkingina. Nógv høvdu tó lítla vón um at síggja nakað, tí flest allastaðni í Føroyum var bæði grátt og vátt í gjár.

Sigast kann, at væl varð spátt á Veðurstovu Føroya, tí ongin ivi var í, at Viðareiði var rætta staðið at vitja í gjár, um tú ynskti at uppliva partvísu sólarmyrkingina. Ein søgulig og hugnalig løta á helluni á Viðareiði var komin at enda. Mett verður at eini 350-400 fólk møttu upp. Eisini inni í Dølum – og aðrastaðni í bygdini vóru nógv fólk samankomin at hyggja eftir sólarmyrkingini, eini 200 – ella meir.

Eg tók nakrar myndir frá løtuni.