Nú sunnudagsskúlin byrjar aftur eftir summarferiuna, skipar Betesda seinnapartin sunnudagin fyri einum samkomudegi í og kring Betesda við góðum ábiti, kaffi, ísi, hugna og fleiri aktivitetum.
Altivitetirnir, sum ein kann velja at royna, eru eitt nú at rógva við jollu, sigla við RIB-báti, myndatøka, hoppiborgir, fótbóltsspæl, talv, borðspøl, andlitsmáling o.s.fr.
Skráin:
Kl. 12:30-13:30 Sunnudagsskúli
Kl. 13:00-13:30 Bíbliuløta við Símuni Absalonsen
Kl. 13:30-18:00 Samkomudagur við ábiti, hugna og aktivitetum
Kl. 18:00-19:15 Sangmøti
Hjartaliga vælkomin 🙂





