Hesa vikuna byrjaðu skúlarnir eftir summarferiuna, og nú sunnudagin byrjar sunnudagsskúlin í Betesda aftur.
Kl. 12:15 er kaffi í gongini, og so byrjar sunnudagsskúlin við sangi kl. 12:30.
Kl. 13:00 fara børnini í flokkarnar, og samstundis verður ein løta við teimum vaksnu, har Símun Absalonsen talar.
Sunnudagsskúlin endar kl. 13:30.
Í samb. við at sunnudagsskúlin byrjar nú sunnudagin, verður skipað fyri einum spennandi samkomudegi allan seinnapartin sunnudagin við nógvum aktivitetum í og kring Betesda.
Meir kunning um tað tiltakið verður í eini aðrari grein.
Hjartaliga vælkomin 🙂