Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Klaksvíkar Hornorkestur er tøkt at spæla alt árið

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Sambært formanninum, Peturi Simonsen, so eru útferðirnar hjá Klaksvíkar Hornorkestri sera góðar fyri felagskapin, og er hetta ein byrjan upp á eitt langt hornorkesturár.

Vit byrja at venja aftur umleið 1. septembur, vant verður tveir dagar um vikuna, tveir tímar hvørjaferð.

Tann fyrsta konsertin, ið er fyri framman, er ein heystkonsert. Hendan er tó ikki hvørt ár. Eisini verður vant til árligu jólakonsertina, sum er í Christianskirkjuni. Umframt konsertirnar, so eru nógv tiltøk á skránni fram til jóla, eitt nú rundir føðingardagar og aðrir merkisdagar. Hvørt ár spælur orkestrið eisini til jólatrøini, sum skulu tendrast runt um í Norðoyggjum.

Klaksvíkar Hornorkestur spældi eina løtu í góðveðrinum í bygdini. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.

Tá ið nýggjárið er farið framvið, verður farið undir eina nýggja venjingarskrá. Nógv er eisini á skránni eftir jól og líka fram til summarfrítíðina, t.d. er árliga musikkstevnan, Grækarismessuhald, flaggdagur og Norðoyastevna á skránni, umframt nógv onnur tiltøk.

Í trý ár á rað hava vit spælt eina konsert fríggjakvøldið á Norðoyastevnu. Hesa konsert hava fólk tikið sera væl ímóti. Í fjør var Varpið fultsett, og hetta fegnast vit í hornorkestrinum nógv um.

Hóast summmarsteðgurin byrjar umleið 1. juni, so er Klaksvíkar Hornorkestur altíð tøkt. Skuldi eitthvørt verið, so er vit altíð klár at møta upp, sigur Petur Simonsen formaður í Klaksvíkar Hornorkestri.

Petur Simonsen er formaður í Klaksvíkar Hornorkestri. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.

Áhugin at blása horn er stórur

Hornorkestrið hevur tað gott í løtuni, sigur Petur Simonsen. Stórur áhugi er at spæla horn. Kynsbýtið er eisini broytt seinastu árini, í løtuni er ein triðingur av orkestrinum, kvinnur. Hetta eru vit sera fegin um, og eg havi einki í móti, at hetta prosentalið fer at vaksa uppaftur meir, tí tað er gott fyri orkestrið. Vit hava tað øll gott og hugnaligt saman.

Hóast miðalaldurin er høgur í hornorkestrinum, so síggja vit ongan vanda, tí í dag eru tað eini 60 børn, ið spæla við skúlaorkestrinum hjá Fionu Parker, so har verður dúgliga sett við.

Longu nú eru nøkur børn, sum spæla við barnaorkestrinum, sloppin upp í Klaksvíkar Hornorkestur. Hetta hevur tað við sær, at orkestrið verður størri, og tað í sær sjálvum fegnist eg um.

Áheitan til Klaksvíkar kommunu um at fáa betri hølir

Avbjóðingin, at hornorkestrið verður størri, er, at okkara hølisviðurskifti loyva hesum ikki, orsakað av plásstroti, wc-umstøðurnar eru eisini sera vánaligar. Brandstøðin er ov lítil til at húsa einum størri orkestri.

Okkara vón er, at hetta fer at broytast. Vit hava seinastu 30 árini verið í dialogi við kommununa um at fáa betri hølisviðurskifti, og vit vóna og trúgva uppá, at tað fer at henda rættliga skjótt.

Hetta merkir ikki, at hornorkestrið fær deyðadóm, men tað verður niðurgongd av fólki, og møguleiki verður ikki at loyva okkara dugnaligu, ungu spírum at sleppa upp í orkestrið. Hetta er sera synd og ikki minst spell, sigur Petur Simonsen formaður í Klaksvíkar Hornorkestri at enda.

Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.