Hann kemur høgt í dag. Vindferðin er í miðal 3 til 8 m/s – tað kalla vit lot til frískt lot – men í støðum er upp í frískan vind, 10 m/s. Ælaveður er, nú tað er liðið út á seinnapartin, men í kvøld verður turrari. Ikki heilt turt, men langt ímillum ælini.
Soleiðis er eisini í nátt. Hitin í dag úr 13 niður í 8 stig.
Eisini í morgin eru 3 til 8 m/s, í støðum upp í 10 m/s, men út á dagin er minni vindur. Uppí 7-8 m/s. Í erva samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin í morgin 7 til 11 stig.
Sunnudagin er eitt lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin aftur 6 til 10 stig.
Gott vikuskifti.
