Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið

Betesda

Sunnudagsskúlin verður sunnudagin kl. 12:30, har vit vóna at síggja mong, bæði børn og vaksin – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar.

Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at taka annan part av trimum um Efesusbrævið. Yvirskriftin hesaferð er: “Hann í mær”, sum byggir á kap. 4 og 5.

Enskt møti kl. 14:30 Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30. Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt. Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.

Evangeliskt møti kl. 18:00 Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har Ragnar og Liz Niclasen verða við. Ragnar hevur ein boðskap, og sangkórið fer eisini at luttaka.

Skráin sunnudagin í Betesda

11:00-12:15 Morgunmøti

12:15-13:00 Kaffi í gongini

12:30-13:00 Sunnudagsskúlin

13:00-13:30 Børnini í flokkar

13:00-13:30 Løta í salinum

14:30-15:30 Enskt møti

18:00-19:00 Evangeliskt møti

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti