Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gilli R. Sørensen spælir ikki aftur í ár

Jákup Ósá

Hann hevur spælt eina tíð við trupulleikum í knænum og nú gongur ikki longur.

Gilli R. Sørensen kom inná KÍ-liðið beint áðrenn summarsteðgin og hevur síðani átt eitt pláss í miðverjuni m.a. allar átta altjóða dystirnar. Men síðstu tíðina hevur hann havt trupulleikar við knænum, og nú ber ikki til longur.

– Eg havi yvirbelastað knæið so mikið, at eg má steðga fyri í ár. Fer tað ikki at ganga framá, so má ein skurðviðgerð til, sigur Gilli R. Sørensen, sum heldur tað verða ov tíðliga at siga enn, um kappingarbyrjanin í 2027 er í vanda.