Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri almennum fundi á Skúlatrøð nú kl. 19 undir heitinum – 80 ár eftir fólkaatkvøðuna í 1946
Fundurin verður í miðhøllini á Skúlatrøð frá kl. 19–21. Kvøldið byrjar við framløgum frá Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, og Magna Laksáfoss, PhD í føroyskum búskapi, sum fara at hyggja at politisku og búskaparligu menningini hesi 80 árini.
Síðani verður politiskt orðaskifti millum Beinir Johannesen, Aksel V. Johannesen, Sámal Petur í Grund, Sirið Stenberg, Steffan Klein Poulsen og Ruth Vang. Beinta Løwe stýrir orðaskiftinum.
Á fundinum verður millum annað spurt, hvør kósin hjá Føroyum skal vera, og hvussu langt Føroyar skulu ganga á tjóðskaparligari leið.
Norðlýsið ljóðstroymir fundin beinleiðis á heimasíðuni. Trýsið á play-knøttin ovast her á síðuni
