Ikki sá tað so vakurt út, men KÍ fekk øll stigini í Sørvági í dag.
Eitt mál kom í dystinum. KÍ spældi seg væl ígjøgnum í høgru síðu. Jóannes K. Danielsen sendi innfyri til Oussama Ali, sum skoraði. Hansara fjórða málstig í landskappingini, sum er langt undir tí, sum ein álopskendur KÍ-leikari skal hava.
KÍ var samanlagt leikliga omaná og hevði onkrar aðrar møguleikar í einum rótutum dysti. Tá KÍ ikki fekk mál nummar tvey, so skal lítið til at mótstøðuliðið kemur aftur og tað mundi hent seint í dystinum, men Mark F. Jensen og tvørstongin stóu í vegin.
Hjá nýggja KÍ-venjaranum er nógv at arbeiða við, men málið hjá KÍ er helst yvirskipað at vinna allar teir síðstu dystirnar, og tað eydnaðist í tí fyrsta.
NSÍ spældi javnleik móti Víkingi og varðveitir oddasessin nú fimm umfør eru eftir. NSÍ er eitt stig frammanfyri KÍ.









































