Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ kvinnurnar lagt seg 5 stig á odda við sigri á HB

Jógvan Skorheim

Fyrstu 15-20 minuttirnar av dystinum sótu KÍ kvinnurnar á øllum. Tær fingu eisini tveir sera stórar møguleikar at skora, men Gunnvá Lútzen, í HB málinum hevði nakrar sera góðar bjargingar, ið helt HB inni í dystinum.

Í 32 minutti var tað so Birita Ryan í skoraði eftir at Eyðvør Klakstein hevði lagt eitt horna innfyri. Bólturin sprakk eitt sindur aftur og fram, áðren Birita fekk skumpa bóltin inn um mállinjuna hjá HB, og so var støðan 1-0.

Málið var forloysandi, eftir at KÍ hevði havt bóltin nógv, og tí varð væntað, at fleiri mál komu eftir hetta, men so var ikki.

HB kom meiri og meiri við í dystinum, uttan tó at vera heilt farligar. Sum oftast var tað Birita Ryan í fekk ruddað væl upp í verjupartinum, bæði við at skjóta bóltin burtur ella renna leikarar upp aftur.

Seinni hálvleikur bleiv rættiliga intensur, og KÍ spældi ikki upp til tað sum vit hava sæð frá teimum undanfarnu dystirnar.

Eitt sindur ov nógv persónlig mistøk eyðkendu dystin, men hóast hetta, so kempaðu tær væl, og hildu HB frá stóru málmøguleikunum.

KÍ vann, og tað var tað allar vigtigasta, tí nú hava tær lagt seg 5 stig á odda í toppstríðinum í meistaradeildini hjá kvinnunum. Tað eru bert 4 dystir eftir.

Ein sera týdningarmikil sigur á heimavøllim móti arvafíggindanum úr Havn, og spenninningurin er bara vorðin enn størri til Løgmansfinaluna leygardagin, tá ið somu lið skulu møtast aftur.

KÍ fer at skipa fyri upphiting fríggjadagin, har fokus eisini verður á U13 hjá gentum og dreingjum, sum eisini skulu spæla steypafinalu leygardagin.