Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

Dávur Winther

Tó at ikki so nógv fólk lýddu á, so var kirkjan, sum altíð, hugnalig við sínum mongu søgum og ikki minni við frálíka sanginum hjá Jysk Ademisk Kor.

Her var nógvur nostalgiur, tí fleiri av sangunum havi eg sungið í kóri í Horsen, tá ið eg las har í síni tíð. Eisini var eitt serligt par við á kórferðini hjá Jysk Ademisk Kor, sum eg sang saman við í Horsens – Bente Lund Degn og Nis Henrik Brummer.

Klosterkirkens kor, sum kórið í Horsens æt, skipaði fyri eini ferð til Føroyar í 1986, har eg umframt at syngja við, var tann staðkøni og hjálpti til við ferðini. Á hesi ferð rann saman millum Bent og Nis, so tá ið vit hittust í gjárkvøldið, hálvsfendu tey meg og fortaldu mær, at tað nú eru liðin 40 ár, síðani tey komu saman á hini fantastisku ferðini til Føroya í 1986.

Jysk Ademisk Kor er væl samansungið kór undir dugnaligari leiðslu av Nils Benedikt Meier frá Týsklandi, men sum bara eftir tveimum árum í Danmark snakkar ræðið danskt.

Tey sungu m.a. Morgensang, eftir Per Drud Nielsen, Aldan – Sunleif Rasmussen, Nú rennur sólin fríð – Kári Bæk, sangir av Vagn Holmbo, Carl Nielsen, John Høybye, og so ikki at forgloyma: Einki er sum summarkvøld við strendur, Christian Matras yrkti, Hans Jacob Højgarrd gjørdi lagið.

Hetta var ein serlig kensla at sita í grannalagnum hjá Brekkumørk beint við Helluna í tí umhvørvi, Christian yrkir um – og við hesum serliga sangi sungið á føroyskum av dønum.

Grundin til at tey høvdu valt at sungið á føroyskum, var tí, at í kórinum er eisini ein føroyingur – toftamaðurin, Mikael Jóhann Heinesen, sum hevði lagt teimum lag á.

Hann var farin frá sum lærari fyri nøkrum árum síðani, ov valdu hann og konan at flyta til Århus, so tey vóru nærri dóttrini og abbabørnunum, sum búðu har. Vit eru í ætt úr Hoygarðinum á Nesi – Elsa, langomma mín, sum giftist við Óla (Klokker) Joensen – foreldur Dáva úr Gerður og Kjølbro –  var úr Hoygarðinum á Nesi. Sama var langomma Mikael Jóhann Heinesen úr Hoygarðinum.   

Henda Elsa tók Dáva-navnið við sær til Klaksvíkar av Nesi, sum upprunaliga kemur úr Tjørnuvík. Tá ið Ernestine fórst undir Selvíksbjørgum í 1930, vóru fleiri menn úr Tjørnuvík við.

Nú fóru vit so víða, men tøkk fái tit fyri eina frálíka konsert, sum tíbetur verður endurtikin á Fríðrikskirkjuni í kvøld kl. 19.30 og í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið kl. 19.30.

Ein frálík konsert!