Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Úti í Grøv at henta blómur

skulatrod.fo

Nú ein dagin spákaðu vit í 3.a okkum ein túr út í Grøv at henta blómur. Hóast vit eru komin til heystið, vóru nógvar vakrar og litfagrar blómur at finna.

Á túrinum kundu næmingarnir eisini læra at njóta við sansunum: luktin, ymisk ljóð og síggja tað vakra í náttúruni. Hetta skapar forvitni hjá næmingunum og letur eyguni upp fyri tí, teir kanska ikki enn hava givið sær far um.

Blómurnar eru nú í skúlastovuni. Teir hava lagt tær millum bøkur at pressa. Síðani hava teir gjørt sær hvør sítt bókamerki við blómunum.