Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið

Betesda

Sunnudagsskúlin verður sunnudagin kl. 12:30, har vit vóna at síggja mong, bæði børn og vaksin – eisini til bíbliuløtuna til okkum vaksnu kl. 13:00, har Jens Christian Olsen talar.

Nú sunnudagin kemur Jens Christian Olsen av Toftum at hava taluna í bíbliuløtuni kl. 13:00, har hann fer at ganga ígjøgnum triðja og seinasta part um Efesusbrævið. Yvirskriftin hesaferð er “Lívið saman við Honum”, sum byggir á kap. 4 og 5.

Enskt møti kl. 14:30
Monika og Tim Sharp skipa hvønn sunnudag fyri enskum møti, sum er frá kl. 14:30 til 15:30. Á hesum møtum talar Tim Sharp, har hann gjøgnumgongur skriftirnar á ein skipaðan hátt. Sigið endiliga øðrum frá um hesi møtini, sum serliga eru ætlað teimum enskttalandi, men her er týðandi at undirstrika, at øll eru hjartaliga vælkomin á hesi møti.

Evangeliskt møti kl. 18:00
Sunnukvøldið kl. 18:00 verður evangeliskt møti, har Jákup Eli Østerø leggur fyri við einum orði.
Sangkórið í Betesda luttekur við sínum vakra sangi.
Dópur verður á møtinum.

Skráin sunnudagin í Betesda 
11:00-12:15 Morgunmøti
12:15-13:00 Kaffi í gongini 
12:30-13:00 Sunnudagsskúlin 
13:00-13:30 Børnini í flokkar 
13:00-13:30 Løta í salinum 
14:30-15:30 Enskt møti 
18:00-19:00 Evangeliskt møti
Øll eru hjartaliga vælkomin til øll hesi tiltøk og møti