Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Rennidagurin er sakin

skulatrod.fo

Í dag skipaði Valskúlin aftur fyri rennidegi, sum er árligt afturvendandi tiltak á Skúlatrøð. Næmingarnir vóru væl uppmøttir og fyrireikaðir at renna teinarnar 5 km, 7,5 km ella 10 km.

Hóast ásettu teinarnar, so vóru nakrir næmingar, ið runnu meira enn so. Onkur var, sum rann heilar 22 km. Væl runnið! Og nakrir av næmingunum vóru samdir um, at rennidagurin er sakin!

Vit takka Valskúlanum fyri ein væl skipaðan og góðan rennidag og gleða okkum longu til næsta ár.