Nakað eftir miðdag í dag kom ein svartur væl vaskaður og væl pussaður Mercedes spakuliga rullandi framvið handlunum eftir Biskupstorgi.
Rúturin rullaði varðisliga niður – tað einasta sum manglaði, var, at førarin sat í einum døkkum RayBan-brillum.
Men hesin smílandi og fyrikomandi maðurin vísti seg at vera Jóhannes Martin Olsen, fyrrverandi fólktings- og løgtingsmaður, sum spurdi um veg til eina matstovu á Biskupstorgi.
Undir liðini sat ein líka smílandi dama. “Hvar fara tit so væl klødd og so væl koyrandi”? Vildi eg vita. “Eg skal siga tær eitt, henda daman er kona mín, Borghild, sum fylti 92 ár í gjár”.
“Nú ætli eg mær at bjóða henni ein góðan bita í Klaksvík”, og so ein góður látur.
Eg kenni fólkini – Hann av Strondum, sum oftani var at síggja í Fuglafirði. Konan er úr Fuglafirði, dóttir klokkaran, Edvard Skarðsá – Systir hennara er Katrina, sum giftist við Jákup Petur Jacobsen av Viðareiði, tiltikin fleygingarmaður og í Fuglafirði ein framúr útróðrarmaður.
Stuttligt at hitta fólk, ið eru so væl fyri sum Borghild og Jóhannes Martin Olsen, ið verður 93 ár í oktober 2026.
