KÍ skal í dag royna at fylgja við oddaliðnum NSÍ og til tað krevst ein sigur í Sørvági.
Seinast liðini møttust vann 07 Vestur í Klaksvík. Hetta verður fyrsti dystur sum KÍ-venjari hjá Fróða Benjaminsen. Hjá KÍ eru fleiri ivasamir leikarar, og tí kunnu væntast onkrar tvungnar broytingar ímun til liðið, sum tapti steypafinaluna. Hjá 07 Vestur hava Gasper G. Hansen og Jóannis á Steig leikbann.
Dysturin í Sørvági byrjar kl. 17.15. Dómari verður Leivur Zachariassen.
