Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

PISA 2026: Tað, sum eg hugsaði

Bárður á Lakjuni

“Lat ongantíð eina góða kreppu fara til spillis,” verður ofta sagt, tá tú hevur møguleika fyri at gagnnýta eina tronga og torføra støðu, sum annars hevði verið verri at fingið ígjøgnum undir vanligum umstøðum. Og hetta orðafellið hevur vitjað meiri enn eina ferð í tonkum mínum, nú henda PISA-vikan er farin at halla. Tey flestu munnu hava sæð ella hoyrt samrøðuna, eg hevði í Degi og Viku týskvøldið – antin í heilum líki, í brotum ella tulkaða í vitlíkisgjørdum keiputekningum – hjálparleysar og ókreativar keipumyndir, gamaní, men eitt sindur stuttligar hóast alt. Kanska onkur annar fer at brúka meg sum íblástur til onkra sketsj ella krøniku, vi får se. Har er so nakað av tilfari at arbeiða við.

BÁRÐUR VS METTE OG MAGNUS

Frá summum hevur hvassliga verið funnist at PISA-reaktiónini hjá mær, har eg mæli til at taka úrslitið á ein avbalanseraðan hátt, har vit stinga fingurin í jørðina, áðrenn vit seta átøk og tiltøk í verk fyri at síggja út sum um, at vit gera okkurt. Mette, Magnus og hini í Danmark hava dugað betur at fáa ein boðskap út, at gagnnýtt kreppuna, tað má eg bara sanna. Eg eri harmur um, at tað hevur verið sæð sum um, at eg ikki taki málið í álvara. At eg einki leggi í kanninigina. At eg leggi lítið í gransking. At eg framstandi dølskur og líkasælur. Eg taki málið í størsta álvara, tað skulu tit vita, og ein tilgongd er byrjað, har allir viðkomandi partar verða tiknir við.

TANN BERA MISERA…ELLA?

Vit hava (tíverri) altíð ligið aftarlaga samanborið við flestu grannalond okkara, og samlaða úrslit okkara hevur framvegis ongantíð verið verri enn í 2006. Tað er sjálvsagt meiri enn harmiligt, at vit stútt og støðugt hava ligið niðarlaga, hóast framgongdin var á eini leið fram til 2015. Samstundis sum vit hava verið norðurlendskur botnproppur í PISA, so hevur framgongdin í samfelagi okkara kanska ongantíð verið størri enn júst seinasta 20ára skeiðið á so mongum økjum. Ongantíð hava vit havt eitt so væl útbúgvið fólk innan óteljandi yrkis- og akademisk øki – og føroyingar eru haraftrat eisini ein nógv eftirspurd arbeiðsmegi í útlondum. Arbeiðsloysið hjá okkum er reelt í minus, tí vit hava ikki nóg nógvar føroyingar til at taka tey ófaklærdu størvini og mugu tí fáa arbeiðsmegi úr útlondum. Alt kann sostatt ikki vera púra galið í skúla- og útbúgvingarskipan okkara. Lærarar og leiðslur síggja út til at duga, og tað sær so sanniliga heldur ikki út sum um, at vit hava ein dugnaleysan og drumbutan ungdóm. Allarhelst gera vit ikki so lítið rætt. Tað er ikki tann bera misera. Hetta er grundin til, at eg mælti til eina avbalanseraða tilgongd, har vit stinga fingurin í jørðina, áðrenn vit bara fara fram eftir fummum.

HUGVÍSINDI NIÐURRAÐFEST?

Ført verður fram, at bókliga hugvísindin er fyri falli, og at hon er niðurraðfest í fólkaskúlanum. Er hetta so? Hygg  at tímatalvuni hjá einum næmingi, sum gongur í skúla í 9 ár. Bókliga hugvísindin fyllir sera nógv, og eftir fyrstu PISA-kanningina fyri 20 árum síðani vórðu málsligu lærugreinarnar – serliga føroyskt – styrktar við fleiri tímum um vikuna. Og síðani tá eru m.a. fleiri tímar í samfelagsfrøði (sum partvís inniheldur og viðger hugvísindalig øki) lagdir inn í skúladagin í hádeild. Týskt hevur verið upptøkukrav til miðnám í nógv ár,  undantikið nøkur fá síðst í 2010’unum. Í 2021 vórðu næmingar, ið ynsktu sær eina hugvísindaliga miðnámsútbúgving, aftur noyddir at velja týskt í fólkaskúlanum, tí týsktkravið aftur varð galdandi á hugbreyt á miðnámi frá 2023.  Omaná hava vit landsroyndir í 4. og 6. flokki, umframt royndir og próvtøkur annars. Síðstu 5 árini hevur átakið “Føroyar lesa” verið framt, men framvegis eru lesiførleikarnir ikki batnaðir sambært PISA. 

PRAKTISKA/ESTETISKA HUGVÍSINDIN LÍTIÐ RÚM

Ástøðiliga og greinandi hugvísindin – og tað bókliga yvirhøvur – er avgjørt ikki niðurraðfest á tímatalvuni seinastu 20 árini, heldur hinvegin. Øðrvísi er tó við tí skapandi hugvísindini – tí praktiska/estetiska partinum. Hesin parturin av tímatalvuni er ein viðfáningur og hevur verið tað í mong, mong ár. Smíð, handarbeiði, tónleikur, sangur, tilevning, myndlist og aðrar tílíkar lærugreinar fylla rættiliga lítið tey 9 kravdu árini á skúlabonki. At menniskjað er samansett og hevur ymiskar styrkir og veikleikar, tað vita vit, og hvørt einasta mansbarn skal gjøgnum fólkaskúlan, og vit eiga at taka størri atlit til hesi viðurskifti. Tað ger samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, har m.a. tann skapandi skúlin verður uppraðfestur. Tað eigur ikki at merkja lægri bókligt støði, at skapandi skúlin fær størri rúmd, men at vit fáa ein meiri fjølbroyttan og fangandi skúla fyri øll. Arbeiðið við hesum er í gongd og longu komið væl áleiðis.

SO NÓGVAR RØDDIR

“So nógvar røddir, sum vita væl, vita hvat, ið ein skal…” syngur Eyðun Nolsøe. Sannliga hava nógvar røddir verið frammi seinastu dagarnar um, hvat ið man vera best at gera í skúlanum. Tað vísir bara, hvussu samansettur skúlin er, og hvussu nógvar áhugapartar hann hevur. Eg eri fólkaskúlalærari og havi virkað innan skúlans gátt øll árini síðani fyrstu PISA-kanningina. Nógv er broytt hesi árini, tað er vist. Frá tí, at skúlin í størstan mun var ein lærustovnur, so eru uppgávurnar hjá lærarum vorðnar alt meiri samansettar. Skúlin er vorðin meiri uppdragandi, og væntanirnar til skúlan eru vaksnar á nógvum økjum. At læra næmingar at lesa, rokna, skriva, hugsa kritiskt og tilogna sær kunnleika er bara ein partur av arbeiði og skúladegi lærarans. Skúlin hevur í alt størri mun fingið álagt uppgávur sum: At fyribyrgja happing, at fyrbyrgja mistrivnaði, at samstarva við barnavernd, at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu, at taka atlit til ein skjótt vaksandi skara av børnum, har foreldrini skiljast, at taka atlit til børn sum í størri og størri tali mugu fáa sernámsfrøðiliga og sálarliga hjálp, at taka atlit til næmingar og foreldur, sum hava útlendskan uppruna, heilt aðra mentan og mál,  at taka atlit at skúlaaftran, at taka fartelefonir inn og luta tær útaftur, og, ja, listin er langur. 

DAGSTOVNAØKIÐ EISINI STÓRAN TÝDNING

Tá vit tosa um fakliga støðið hjá børnum og ungum, eiga vit heldur ikki bara at hyggja at fólkaskúlanum. Menningin hjá barninum byrjar langt áðrenn fyrsta skúladag, og tí eigur kjakið eisini at snúva seg um dagstovnaøkið. Tað er í fyrstu barnaárunum, at grundleggjandi førleikar innan mál, samskifti, forvitni, hugsavnan og sosialar førleikar verða mentir. Tað er her grundarlagið fyri 

Tí eigur kjakið eftir PISA eisini at fevna um samanhangin millum dagstovn og skúla. Vit eiga at spyrja, hvussu vit tryggja børnunum góðar og mennandi umstøður frá fyrstu árum, og hvussu vit fáa eina betri samanhangandi gongd frá dagstovni inn í fólkaskúlan. Tað snýr seg ikki um at gera dagstovnin til skúla ella at seta smábørn við skúlabøkur. Tvørturímóti. Tað snýr seg um málmenning, spæl, skapan, samveru, rørsla, upplivingar og nærveru við vaksnum – alt tað, sum er við til at leggja grundarlagið undir seinni læring.

Skulu vit veruliga hugsa langskygt eftir PISA 2026, mugu vit tí hyggja at allari leiðini hjá barninum og ikki bara teimum árunum, tá tað situr á skúlabonki.

MINNI VIT LESA, MINNI LESA VIT

Alt hetta ger, at hóast bókliga tímatalið og lesing fyllir nógv á tímatalvuni, so er torført hjá læraranum at upprætthalda fakligu dygdina, arbeiðsfriðin og førleikamenningina hjá einstaka barninum. Øll vita vit, at tað verður lisið minni – og har eru vit øll sek, fyrst og fremst vit vaksnu. Og har munnu skíggjarnir, sosialu miðlarnir og seriurnar vera størstu tíðar- og uppmerksemistjóvarnir. Samdøgrið hevur enn sum áður einans 24 tímar, men skíggjatíðin hjá flestu okkara er alt, alt ov høg. Vit samtala minni, hava minni eygnakontakt, eru minni nærverandi. Ein djúptøkin broyting er neyðug, tí tørvur er á, at vit eru árvakin um skíggjatíðina hjá børnum og ungum, sum skulu liva, lesa, læra og mennast, har sinnið er viðbrekið og viðkvæmt, har er tað so grundleggjandi umráðandi at ansa eftir tí, sum fer gjøgnum eygna- og oyrnaportur. At fáa nóg mikið av svøvni. At hava sunnar og góðar vanar. At vera  hugbundin við slíkum, sum byggir upp og er gagnligt. 

Sanniliga er støðan samansett, og tað er tí, eg mæli til ein avbalanseraðan og umhyggiligan framferðarhátt, nú PISA-tølini í lesing framhaldandi peika skeiva vegin. Tað er eingin “quick fix” loysn, hóast sumt kann setast í verk skjótt. Og vit fara at handla skjótt, har tað ber til, men tað er meiri umráðandi at hugsa og arbeiða langskygt og burðardygt. Kreppan skal ikki fara til spillis, hóast landsstýrismaðurin ikki lovaði gull og grønar skógir beinanvegin. Eg veit, at eg havi stóra ábyrgd, og eg taki málið í størsta álvara – tó, so er alneyðugt, at allir partar verða tiknir við, og at vit taka lógvatak saman øll somul – ikki bara skúlin og tað sum hartil hoyrir, men eisini dagstovnaøkið, sum er ein so stórur partur av fyrstu árunum og menningini hjá børnum okkara í dag. Tað er tað arbeiðið, sum nú er farið í gongd.

Bárður á Lakjuni

Landsstýrismaður í mentamálum