Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Foreldur skulu kunna fáa stuðul til heimaansing

Jóhann Lützen

Foreldur skulu í framtíðini kunna fáa kommunalt ískoyti, um tey velja at ansa sínum børnum heima heldur enn at brúka kommunalan dagstovn.

Tað er høvuðsinnihaldið í einum nýggjum lógaruppskoti frá Steffani Klein Poulsen og Jenisi av Rana, sum kemur til 1. viðgerð á løgtingsfundinum í dag. Uppskotið skal javnseta heimaansing og privata barnaansing við kommunalu ansingartilboðini.

Kommunan kann sambært uppskotinum veita upp í 70 prosent av tí rakstrarkostnaði, sum kommunan annars hevði havt av einum kommunalum stovnsplássi. Verður talan um heimaansing, skal stuðulin verða útgoldin sum A-inntøka, og 15 prosent eftirløn verður latin afturat.

Endamálið er sambært uppskotinum at geva familjum størri frælsi at skipa gerandisdagin eftir egnum tørvi – eitt nú familjum við vaktarskipanum ella foreldrum, sum ynskja at hava børnini heima longur.

Tað verður tó upp til kommunurnar sjálvar, um tær vilja brúka nýggju heimildina.

Løgtingsfundurin byrjar kl. 11 í dag.

Les uppskotið her.