Vit hava tosað við nú fyrrverandi KÍ-venjaran, sum eftir finaluna um løgmanssteypið gav leiðsluni hjá KÍ boð um, at tað var skilabest at skifta venjara nú.
Magnus Powell greiðir frá, at síðsta tíðin hevur verið sera trupul hjá einum hópi, sum er vanur við at vinna.
– Vit spæla ein góðan dyst móti NSÍ, men missa sigurin. Í Evropa mistu vit eisini á stokkinum nakrar ferðir, so hesin hópurin, sum er vanur við at vinna nógv, hevur havt tað trupult, nú eitt langt tíðarskeið hevur verið við truplum úrslitum. Eg kundi komið við túsund umberingum um skaðar, har lyklaleikarar eru uttanfyri, men KÍ skal ikki hava umberingar, tí vit hava ein góðan hóp, sum skal takla slíkt, og tað hava vit ikki megnað. Eg hugsaði, at eftir tunga tíðarskeiðið í Evropa, so kundi ein sigur á NSÍ, har vit høvdu lagt okkum á odda, kunna broytt alt, men har missa vit tað og so spæla vit vánaligasta dystin undir mær í einum týdningarmiklum dysti nú í steypafinaluni. So føldi eg, at eg kundi ikki føra hetta víðari. Hóast bara seks dystir eru eftir, og vit bara hava tapt tveir dystir av 48 landskappingardystum, sum er surrealistiskt. Men soleiðis er tað bara at mann følir tað.
– Nú hevur hópurin tveir dystir, sum hann kann vinna áðrenn landsliðssteðgin, har vit føldu, at vit eftir tapið í finaluni ikki kundi lyfta hópin aftur. Hevði eg havt sáttamála t.d. tvey ár afturat, so kundi mann t.d. gjørt nakrar broytingar sum t.d. at skift leikskipan, men nú veit eg, at eg havi bara seks dystir eftir, og tá er støðan ein onnur, og tá var tað lættari at fara til leiðsluna at tosa um støðuna, sigur Magnus Powell við Norðlýsið.
At kunngera nýggjan venjara
15. juni kunngjørdi KÍ, at Fróði Benjaminsen bleiv nýggjur venjari í 2027. Og tá byrjaði stóri niðurtúrurin hjá KÍ, tí í teimum 18 dystunum síðani hevur KÍ bara vunnið fimm. Var tað eitt mistak, at gera tað óvanliga, at so tíðliga boða frá, at venjarin bleiv skiftur og hvør nýggi venjarin bleiv, spyrja vit.
– Tað kann mann bara gita um. Tað var ein avgerð hjá felagnum, har leiðslan helt, at tað var týdningarmikið at fáa tað uppá pláss, tí sáttmálar hjá leikarum gingu út. Tað var ein avgerð hjá felagnum. Eg vildi bara geva felagnum góða tíð at finna ein nýggjan venjara. Um nakrir leikarar hava følt, at tað hevur ávirkað, so skilji eg tað ikki, men tað er kanska tí, at eg eri soleiðis. Fótbóltur er ein úrslitsvinna, har mann má vinna, tí tað er orsøkin, at mann arbeiðir so hart, sigur hann.
Vánaligasti dysturin
KÍ spældi eina vánaliga finalu um løgmanssteypið og tað viðurkennir Magnus Powell.
– Eg havi ongantíð sæð mítt lið so vánaligt, síðani eg kom til KÍ. Vit eru so nógv betri enn hatta. Vit eru góðir fyrstu 25 minuttirnar, men vit mangla nakað og vit mangla orku. Tað eru nakrir leikarar, sum ikki síggja so gott út í finaluni, men eg vil ikki kritisera teir, tí teir hava arbeitt sera hart í summar í teimum mongu dystunum sum vit hava havt. Nógvir leikarar hava verið hart koyrdir. Tað var tungt at síggja, hvussu trupult leikararnir høvdu tað, tí teir hava uppiborið nógv betri, sigur Magnus Powell.
Vit spyrja, um ein orsøk skyldast, at hann hevur spælt ov nógv við teimum somu leikarunum.
– Vit hava spælt við tí besta liðnum hvønn dyst. Summir leikarar megna ikki 90 minuttir, og binda teir ov nógvar útskiftingar. Tað er upp til leikararnar at vísa seg undir venjing, og so brúka vit teir, sum vit halda eru teir bestu leikararnir. Mann kann siga, at vit kundu rotera o.s.v., men vit eru komnir her fyri at vinna, og tað gjørdu vit í fjør, sigur hann.
Bjartskygdur um føroyskan fótbólt
– Tað sær gott út fyri føroyskan fótbólt framyvir. Tað eru mong, sum vilja nógv og tað eru nógvir ungir dugnaligir leikarar. Mattias Hellisdal er í Svøríki, Aron Benjaminsen fór nú avstað og so hava vit Dávid Reynheim, sum eg trúgvi verður ein stórspælari. Tað eru fleiri leikarar, sum mugu royna seg uttanlands og so vóni eg, at søluupphæddirnar kunnu økjast. Tí í løtuni eru hesir góðu leikararnir bíligir. Hetta eru ’’harðir’’ leikarar, sum arbeiða hart. Og taka vit so okkara KÍ-hóp, so eru teir fantastiskir leikarar og persónar. Eg vildi ynskt at sæð, hvussu langt teir kundu komið, um teir bara høvdu fótbólt at hugsavna seg um, tí teir hava jú eitt fulltíðarstarv viðsíðuna av. Eg havi allatíðina roynt at tillaga meg føroysku viðurskiftini og arbeitt hart hvønn dag undir teimum umstøðunum í einum lítlum landi við lítlum tilfeingi, sigur fyrrverandi KÍ-venjarin, sum heldur, at fótbóltshøll er næsta stigið, sum kann flyta nógv.
– Ein fótbóltshøll er næsta stigi, sum vildi flutt nógv. Tí veðrið er størsta forðingin fyri at kunna venja meir, sigur hann.
Takksamur fyri tíðina í KÍ
Magnus Powell er takksamur fyri tíðina í KÍ, har hann bara hevur rós at bera mongu fólkunum, sum hava hjálpt sær gjøgnum hesi bæði árini.
– KÍ er eitt familjufelag við nógvum góðum fólkum og eg elski KÍ fyri tað. Eg kundi nevnt eina rúgvu av fólkum, sum hava hjálpt mær væl allan vegin. Tað er torført at koma til Føroyar sum útlendingur at arbeiða, og tað hava vit merkt allatíðina. Men tað er eitt vakurt land við fantastiskum fólkum, so eg havi trivist væl, so eg havi einki noyligt at siga.
– Nú skuldu børnini og abbabørnini síggja pápan og abban eina tíð, tí tað hava tey næstan ikki gjørt síðstu árini. Eg havi brúk fyri hvíld eina tíð, tí hetta árið hevur verið strævið og nógv strævnari enn í fjør, tí vit hava havt so nógvar avbjóðingar. Men tá eg einaferð verið klárur aftur, so vænti eg at eg aftur verið at síggja í fótbólti, sigur Magnus Powell við Norðlýsið.
