Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

Tíðindaskriv

Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

Vitlíki er longu farið at broyta arbeiðshættir og arbeiðsuppgávur á arbeiðsmarknaðinum. Men hvussu stórar verða broytingarnar komandi árini, og hvussu eiga arbeiðsgevarar, fyritøkur og politiska skipanin at fyrireika seg?

Á Vinnudegnum verður evnið tikið upp til kjak í Norðurlandahúsinum. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara at skifta orð um, hvat vit kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman.

Hvørji atlit eigur ein arbeiðsgevari at hava, tá ið vitlíki verður ein alsamt størri partur av arbeiðsdegnum? Hvussu fara størv og arbeiðsuppgávur at broytast? Hvørjar førleikar fara vit at hava tørv á, og hvussu fyrireika vit okkum til eina framtíð, sum í løtuni er trupul at spáa um?

Kjakið skal tó ikki bara snúgva seg um, hvat kann henda. Luttakararnir verða eisini bidnir um at vera ítøkiligir: Hvat kunnu vit gera longu nú?

Tey fara at geva síni boð upp á, hvørji stig eiga at verða tikin frá landsins síðu, og hvat føroyskar fyritøkur sjálvar kunnu gera fyri at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í teimum broytingum, sum eru fyri framman.

Spurningurin er sostatt ikki longur bara, um vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, men eisini hvussu vit velja at møta broytingunum.

Les meira um kjakið og Vinnudagin og melda til her.