Í gjár sleyt málverjin hjá besta kvinnuliðnum hjá Víkingi hælsinuna í dysti í Klaksvík.
Hetta er fjórði leikarin í bestu deildunum hjá kvinnum/monnum, sum slítur hælsinuna á Djúpumýru síðstu tvey árini. Tveir á besta mansliðnum hjá KÍ, ein á besta mansliðnum hjá B68 og nú ein á besta kvinnuliðnum hjá Víkingi.
Víkingur takkar í skrivi KÍ fyri góða hjálp undir dyst:
Í dysti hjá okkara kvinnum í dag ímóti KÍ, hendi tað sera keðiliga, at ein leikari hjá okkum sleyt hælsinina.
Undir hendingini kom toymi hjá KÍ okkum til hjálpar. Tey vóru sera fitt, hjálpsom og professionel, og vit ynskja við hesum at takka KÍ fyri hjálpina
Tað er gleðiligt, at man í slíkum støðum kann hjálpast at, hóast man á vøllinum er mótstøðulið

