Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skúlaflokkar vitja umborð á Logos Hope

skulatrod.fo

Nú Logos Hope, gamla Norrøna, vitjar í Føroyum, hevur fólkaskúlin fingið innbjóðing til skúlaflokkar. Hesum tilboði hava fleiri skúlar tikið av, og tí hava nógvir skúlaflokkar verið umborð og vitjað.

Nógv áhugavert var at síggja frá ymsu londunum, sum eru umboðað, og eisini er heimsins størsti flótandi bókahandil umborð. Bókasølan var sera áhugaverd fyri nógvar næmingar og eisini kaféin, sum selir góðar ísar og annað gott.

Logos Hope, sum er eitt skip hjá OM (Operatión Mobilisatión) siglir runt heimin og er í miðal 3 vikur við hvørja havn. Her er endamálið at veita vitan, hjálp og vón.

Umborð er, sum sagt, størsti flótandi bókahandil við omanfyri 5000 titlum. Bøkurnar eru bíligar, so fólk í øllum londunum hava møguleika at keypa og nema sær kunnleika og vitan. Hetta ger eisini, at rættiliga nógv fólk kemur umborð at keypa bøkur.  

Logos Hope fer avstað aftur týskvøldið á midnátt. 

Vit á Skúlatrøð takka fyri innbjóðing og góða móttøku umborð á Logos Hope.

Meir um Logos Hope á slóðini Logos Hope