Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Landsliðslegendan, sum nú skal stýra KÍ

Jóhann Lützen

Fróði Benjaminsen verður nýggi høvuðsvenjarin hjá KÍ. Toftamaðurin, sum í ár hevur staðið á odda fyri føroyska U19-landsliðnum, tekur nú við størsta venjarastarvinum í føroyskum fótbólti.

Uppgávan kemur fyrr enn ætlað. Fróði Benjaminsen varð í summar settur sum KÍ-venjari frá kappingarárinum 2027, men eftir at Magnus Powell og hjálparvenjarin Thomas Gabrielsson fóru úr starvinum í dag, tekur Benjaminsen yvir beinanvegin. KÍ er nú farið inn í endaspurtin í landskappingini.

Ein av teimum stóru

Fróði Benjaminsen er sjálvur ein av teimum mest markantu spælarunum í føroyskum fótbólti seinnu áratíggjuni.

Hann byrjaði sína vaksnu yrkisleið í barndómsfelagnum B68 í 1994 og spældi níggju ár á Toftum, áðrenn leiðin í 2004 gekk til íslendska Fram Reykjavík. Eftir eitt ár í Íslandi kom hann heim aftur og spældi við B36 frá 2005 til 2007.

Í 2005 gjørdist hann føroyameistari við B36, og árið eftir vann hann steypakappingina.

Frá 2008 til 2016 var HB heimstaðurin hjá Benjaminsen. Har vann hann føroyameistaraheitið tríggjar ferðir – í 2009, 2010 og 2013 – og gjørdist ein av teimum mest týðandi spælarunum í felagnum. Í 2017 fór hann til Víking, har hann var við til at vinna bæði landskappingina og stórsteypið. Seinni spældi hann við NSÍ og Skála.

Samlað hevur Fróði Benjaminsen spælt meira enn 500 dystir í bestu føroysku deildini. Tað ger hann til leikaran við flestu dystunum í føroysku toppdeildini.

Landsliðsliðskiparin

Men tað er serliga á landsliðnum, at navnið Fróði Benjaminsen stendur eftir í føroysku fótbóltssøguni.

Frá 1999 til 2017 spældi hann 95 A-landsdystir fyri Føroyar og skoraði seks mál. Hann var liðskipari í mong ár og var ein av teimum fremstu profilunum á føroyska landsliðnum í eini tíð, har føroyskur landsliðsfótbóltur tók stór stig framá.

Í 2013 varð hann kosin ársins føroyski mansspælari. Sama ár varð hann eisini kosin besti miðvallari.

Hann hevur tí ikki bara royndir sum spælari, men eisini sum leiðari á vøllinum.

Frá landsliðslegendu til venjara

Eftir fótbóltsyrkisleiðina fór Benjaminsen í holt við venjarayrkið. Í 2023 varð hann settur sum høvuðsvenjari hjá føroysku U16- og U17-dreingjunum hjá FSF. Í starvinum arbeiddi hann samstundis tætt saman við feløgunum um menningina av ungu spælarunum.

Í 2025 fekk hann sína fyrstu stóru uppgávu í vaksnamannafótbólti, tá hann tók við sum høvuðsvenjari hjá B68. Tað var samstundis afturvend­ingin til barndómsfelagið, har hann hevði byrjað sína spælaraferð.

Í 2026 hevur hann staðið á odda fyri U19-landsliðnum. Í mars var hann venjari, tá Føroyar spældu EM-undankapping í Niðurlondum móti Norðurmakedónia, Moldova og Niðurlondum.

Nú bíðar størsta uppgávan higartil.

Fróði Benjaminsen kemur til KÍ við eini yrkisleið, sum fevnir um fleiri av størstu føroysku feløgunum, 95 landsdystum, FM-gullum, steypasigrum og mong ár sum liðskipari.

Og nú skal hann royna at flyta tær royndirnar frá vøllinum og inn á venjarabeinkin hjá KÍ.

Tað resta seks dystir í Betri deildini og hvør teirra verður ein finala.