Heystlig veðurkort fyri vikuna, sum stendur fyri framman. Fyrstu dagarnar fer eitt djúpt lágtrýst at seta sín dám á veðrið – t.e. upp í skrið sunnan og av landsynningi og fitt av regni. Týsdagin fer lágtrýstið burtur frá okkum suðureftir, og veðrið batnar munandi. Mikudagin er ein hátrýstryggur yvir okkum við lítlum vindi og (næstan) ongum avfalli. Seinna partin av vikuni fer eitt lágtrýst norðureftir ímillum Ísland og Grønland, og tá fara vit at hava upp í hvassan vind av útsynningi.
Veðrið í vikuni, sum stundar til:
Mánadagin:
Frískur vindur upp í strúk vind sunnan, 8 til 13 m/s, við skiftandi skýlofti og ælaveðri. Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið sunnan og av landsynningi, 13 til 18 m/s. Um kvøldið gongur hann upp í eystan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, ádrigið og regn. Hitin 9 til 14 stig.
Týsdagin:
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður, í støðum sólglottar. Hitin 8 til 13 stig.
Mikudagin:
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, sum frá líður gongur hann niður í útsynning. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.
Hósdagin:
Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum sólglottar. Um kvøldið regn. Hitin 8 til 13 stig.
Fríggjadagin:
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn ella ælaveður, men í støðum sólglottar. Hitin 7 til 12 stig.
