Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

„Ongin nýtist at verða bangin fyri okkum“ – AfD vil nú hava ávirkan

Jóhann Lützen

Eftir søguliga valsigurin í Sachsen-Anhalt roynir týski høgravendi flokkurin AfD nú at sannføra umheimin um, at flokkurin ikki er so radikalur, sum mótstøðufólk vilja gera hann til.

Ongin nýtist at verða bangin fyri okkum, sigur AfD-formaðurin Tino Chrupalla í samrøðu við Deutschlandfunk.

Chrupalla vísir millum annað á ein sýriskan bakara sum dømi. Sambært honum hevur ein integreraður sýri, sum tosar týskt, hevur týskan ríkisborgararætt og arbeiðir, onga orsøk at óttast at verða sendur úr landinum.

Utsøgnin kemur dagin eftir, at AfD fekk sítt higartil besta úrslit í einum týskum landstingsvali. Flokkurin fekk 43,8 prosent av atkvøðunum og 39 av 83 sessum í Sachsen-Anhalt – tríggjar sessir frá reinum meiriluta.

Sigurin er søguligur. AfD fekk meira enn tvífalt so nógvar atkvøður sum í 2021 og gjørdist størsti flokkur í landinum. Samstundis misti CDU hjá samveldiskanslaranum Friedrich Merz stórt og fekk bert 17,2 prosent.

Men hóast stóra valsigurin hevur AfD enn ikki meiriluta til at stjórna einsamalt. Tí noyðist flokkurin nú at leita eftir stuðli, samstundis sum CDU, SPD, Grønu og Linke framvegis nokta at samstarva við AfD.

Chrupalla hevur tó longu boðað frá, at flokkurin fer at bjóða øllum flokkum til samráðingar.

AfD hevur seinastu árini verið kent fyri harða mótstøðu móti innflyting, stuðli til Ukraina og fyri ynski um eitt munandi tættari samband við Russland. Týskir fregnartænastumyndugleikar hava flokkað AfD sum høgravenda ekstremistiskan flokk.

Nú er spurningurin, um orðini hjá Chrupalla um ein mildari og meira samstarvsfúsan AfD flokk eru byrjanin til eina nýggja politiska linju – ella ein roynd at gera flokkin meira átiligan hjá teimum veljarum og politikarum, sum enn halda seg frá honum.