Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bárður vitjaði Varpið

Dávur Winther – Myndir Dávur Winther

Sum kunnugt hevur landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, ið tók við 13. apríl 2026, vitjað ymsar mentanarstovnar kring landið, og í gjár vitjaði hann Varpið.

Við sær hevði hann Poul Geert Hansen, aðalstjóra og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra á Mentanardeildini.

Heri Ellingsgaard, stýrislimur, Dávur Winther, skrivari í grunninum og Annfinnur Heinesen, leiðari tóku ímóti – eisini við einum góðum bita av bóndans garið úr Gerðum.

Teir fingu eina kunning um Varpið, bygging og byggikostnað, eins og frágreiðing um sera nógvu tiltøkini, sum hava verið í Varpinum, síðani húsið lat upp. Raksturin er tó heldur tungur, og er vón um at finna gongdar leiðir her. Posthúsið er 1.200m2 og afturatbyggingin 1.400 m2, tilsamans 2.600 m2, so her er nógv at fara um.

Eisini varð komið inn á snotiligu høllina og hennara frálíku ljóðgóðsku – og annars hvussu fleksibult húsið er við sínum mongu fundarhølum, býarsali og stórari foyer ella móttøkuhøli við flytiligum veggum.

Landsstýrismaðurin fekk ein ljóðroynd við Biritu Adela Davidsen, sopran solosangara, sum sang eitt stykki úr La Boheme – Quando m’en vo’ soletta, ið hugtók hann og gestirnar.

Fylgispælið var spirio-spæl, sum Jóhannes Andreasen hevur spælt inn á flyglið. Eisini vóru onnur stykki spæld á flyglið við spirio-tøknini, sum kann so nógv ymiskt – Tað hevur verið uppá tal at hava Masterclass-frálæru, har ein lærari situr í útlondum og spælir á flyglið í Varpinum.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður kundi ikki bara sær og settist við tangentarnar, spældi og sang nøkur løg – Kanska hitta vit hann aftur seinni til eina konsert í Varpinum?

Ávegis avstað aftur sóu teir spæliklivarnar í kjallaranum í posthúsinum og listprýddu veggirnar uttanfyri, sum ungar kvinnur úr Klaksvík hava listprýtt.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni saman við embætismonnum sínum takkaðu fyri frálíka vitjan, áðrenn leiðin síðani lá til býráðshúsið at vitja borgarstjóran, Karl H Johansen.