Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Politiskur fundur á Skúlatrøð

Jóhann Lützen

Fitt av fólki hava leitað sær á politiskan fund á Skúlatrøð í kvøld. Á skránni er tjóðskaparsemjan og hvør kósin er næstu árini.

Hans Andrias Sølvará og Magni Laksáfoss høvdu hvør sína framløgu – Hans Andras um søguligu menningina síðan fólkaatkvøðuna og Magni um búskaparligu gongdina síðani fólkaatkvøðuna – og síðan var ein lítil steðgur har fólk fingu høvið at heilsast og práta eina løtu.

Nú er politisk kjak á skránni har allir flokkar uttan Sambandsflokkurin luttaka. Sum skilst, hevur Norðoya Tjóðveldisfelag ikki bjóða Sambandsflokkinum við til kjakið.

Beinta Løwe er orðstýrari.

Norðlýsið ljóðstroymir frá fundinum.