Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

Bjarti Thomsen

Tá eg las í Aberdeen fyri 25 árum síðani, kom ein grein upp í hendurnar við yvirskriftini: Fair Process. Hetta kann umsetast til “rættvís tilgongd”.

Greinin byrjar við at siga frá kvinnu, sum fekk bót frá løgreglumanni fyri ólógliga vending við bili. Tá kvinnan mótmælti, at einki skelti var, sum forbjóðaði vendingini, vísti løgreglumaðurin á eitt boygt skelti, sum illa sást frá vegnum.

Kvinnan gjørdi av at fara í rættin. So kom dagurin, og hon var spent at føra sína sak. Hon byrjaði, men dómarin steðgaði henni og dømdi til hennara fyrimun.

Hvussu hevði kvinnan tað? Rættvísgjørd, sigrandi og nøgd? Nei, hon var frustrerað og ólukkulig.

Eg kom eftir rættvísi, gramdi hon seg, men dómarin lat meg ongantíð greiða frá, hvat hendi. Við øðrum orðum, hóast úrslitið var eftir vild, so dámdi henni ikki tilgongdina, sum førdi til úrslitið.

Fólk hugsa um avgerðir, sum leiðarar taka, og tey hugsa eisini um tilgongdina, sum brúkt varð á leiðini. Og tey vilja vera við í tilgongdini. Hetta eiga leiðslur at leggja sær í geyma og læra av, eisini leiðslan á Umhvørvisstovuni.

Fleiri tekin eru um vánaligt arbeiðsumhvørvi á Umhvørvisstovuni, sum tykist vera blivin eitt ‘terror regime’, har tey, sum muta ímóti, verða forfylgd.

Deildarleiðarar eru settir til viks og stjórin er sjálvur deildarleiðari á fleiri deildum. Síðani nýggi stjórin byrjaði, eru allir táverandi deildarleiðarar vekk.

Eisini eru starvsfólk í hópatali uppsøgd og/ella farin úr starvi. Fleiri siga frá sálarligum ágangi og leggjast fyri við strongd. 

Starvsfólk eru ónøgd og tosa um chikanu, eisini sexchikanu, og nepotismu. Og viðskiftafólk klaga um seinar og vantandi viðgerðir og avgerðir.

Í seinni skrivum fari eg at viðgera nøkur av nevndu viðurskiftum.

Bjarti Thomsen, skjótt fyrrverandi starvsfólk á Umhvørvisstovuni