Amarant
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljósareyður oktober kemur til Klaksvíkar

Jóhann Lützen

Krabbameinsfelagið ger í ár ljósareyða oktober til eitt átak fyri øll. Dentur verður lagdur á felagsskap og rørslu við tiltøkum kring alt landið – eisini í Klaksvík.

Hósdagin 15. oktober klokkan 18.30 fer Terapieindin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at hava upplegg í Varpinum um heilsu og krabbamein.

Leygardagin 17. oktober verða tvey rørslutiltøk í Klaksvík. Klokkan 11 verður runnið og gingið saman við Treystinum, og klokkan 12 verður felagsdypping á Borðoyavík.

Oktober verður um allan heim nevndur ljósareyður oktober, tí tá verður serligt ljós varpað á bróstkrabba. Endamálið við átaknum er eisini at skapa høvi hjá fólki at hittast, vera saman og røra seg.

Øll eru vælkomin til tiltøkini.

Kelda: Krabbameinsfelagið

Amarant