Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Shetland hyggur til Føroyar í arbeiðinum at menna infrakervið

Jóhann Lützen

Myndugleikarnir í Shetlandi venda nú eyguni móti Føroyum í arbeiðinum at menna samferðslu- og infrakervið millum oyggjarnar.

Kommunustýrið í Shetlandi hevur samtykt at arbeiða víðari við ætlanum um undirsjóvartunlar, sum kunnu knýta fleiri oyggjar saman og minka um tørvin á ferjusambandi. Í hesum sambandi verður føroyska tunnilsútbyggingin nevnd sum ein týðandi fyrimynd.

Sambært einari frágreiðing, sum er løgd fram fyri Shetland Islands Council, hava Føroyar víst, hvussu langtíðaríløgur í infrakervi kunnu skapa størri samanhang, styttri ferðatíðir og betri karmar fyri vinnu og búseting.

Føroyar hava í áratíggju arbeitt miðvíst við at knýta oyggjarnar saman við tunlum og brúm og hava í dag eitt av mest útbygdu tunnilsnetunum í Norðuratlantshavi. Hetta verður í Shetlandi hildið at vera ein av orsøkunum til, at føroyska samfelagið hevur megnað at styrkt bæði ferðslu og vinnulívsmenning.

Fyrstu tunnilsætlanirnar í Shetlandi fevna um sambond millum meginlandið, Yell og Unst, meðan ætlanir eisini eru um fleiri fast sambond seinni.

Kelda: BBC News, “Shetland backs plan to connect islands with £1.5bn undersea tunnels”, 30. juni 2026.