Umframt teir 600 týskararnir sum hava fingið atgongumerkir til dystin á Tórsvølli mikukvøldið, eru 400 aðrir vantandi, sum enn ikki hava fingið atgongumerki.
Í hesum døgum verða føroyskar bygdir og býir invaderaðar av týskarum sum eru komnir til søguliga landsdystin.
Eisini í norðoyggjum merkis hetta, og í morgun fekk Norðlýsið vitjan av einum ferðalag av týskum áskoðarum, sum vóru komnir ein túr norður at síggja Klaksvíkina.
Teir vóru júst komnir úr Skotlandi og vóru teir alt annað enn nøgdir við 1-1 úrslitið.
Men sum teir søgdu, so plagar Týskland at vinna teir týdningarmiklu dystirnar og tí skulu teir bert koma ígjøgnum kvalifikatiónina.
Teir vantaðu annars ein 2-0 sigur tí Týskaland.




