Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , , ,

Fremmandur gestur sunnan av landi

Tekst og myndir: Dávur Winther

Teistin royndarsiglir á Kalsoyarleiðini og í Klaksvík í dag

Sum ein liður í at gera av, um Teistin eigur at verða verandi í flotanum hjá Strandferðsluni, verður í dag royndarsiglt á Kalsoyarleiðini.

Endamálið við royndarsiglingini er at meta um, hvussu ið Teistin tekur seg út við atløgurnar í Klaksvík og á Syðradali í mun til stødd, manøvru og rampur.

Rampan á Syðradali er sum er ov lítil til Teistan, men ein møguleiki er at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals og annars gera nakrar tilllagingar við rampuna í Klaksvík og Syðradali.

Spennandi verður at royna hetta heldur rúmliga farið, sum royndi báðar endarnar!