Bjargingartyrlan hevur verið á Tvøroyri við monnunum, og er nú á veg útaftur til skipið
Portal.fo skrivar, at bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi var rættiliga skjótt hjá skipinum. Fyri løtu síðani segði Jón Klein Olsen frá politistøðini, at tyrlan hevur tikið 12 av teimum 16 monnunum umborð, og var á veg til Tvøroyar við teimum, so teir kunnu kannast á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Enn er ógreitt hvussu støðan er hjá manningini. Eisini er óvist um vandi er fyr, at skipið skal søkkja.
Fleiri skip eru hjá Kambi. Vaktarskipið Brimil verður væntandi á leiðini um 10-tíðina.



