Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

12 nýggjar íbúðir á Bumshamri

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Tann 23. juni í fjør var reisigildi, og nú standa 12 nýggjar íbúðir lidnar við Torvgøtu 31 og Bumshamarsveg 38 – og nú er bert ein eftir, sum ikki er seld

 

Sigast má, at seinastu tíðina hevur íbúðabyggingin í Klaksvík tikið dik á seg við fleiri, bæði størri og smærri, íbúðabyggingum.

Ein av hesum byggingum eru tær 12 íbúðirnar úti á vestara armi í Klaksvík, sum er í tveimum íbúðabygningum við hvør sínum 6 íbúðum, annar við Torvgøtu 31 og hin við Bumshamarsveg 38.

Tað er Sp/f TG 31, sum letur íbúðirnar byggja. Íbúðirnar, sum allar uttan ein eru seldar, eru úr 64 fermetrum upp í 140 fermetrar.

Norðlýsið var á vitjan við myndatólinum, tá reisigildið var í juni í fjør, og í morgun var Oliver aftur á gátt fyri at síggja úrslitið, nú byggingin stendur liðug.

Sigast má, at henda íbúðabygging tekur seg væl út og er væl úr hondum greidd. Vit lata myndirnar tala fyri seg.