925 skinn vórðu býtt í drápspartar og heimapartar Eystan Múla umframt Kunoy og Kallsoy
Vit fingu orðið á Jens Jensen, sýslumann í morgun. Hann greiðir frá at talan gjørdist um 123 hval, ið løgdu beinini. Tilsamans 940 skinn, men 14 hval vóru tiknir frá, tí teir høvdu svullir v.m, so 925 skinn vórðu at býta.
203 fólk á landi vóru í drápinum og á sjógvi vóru 33 bátar við 127 fólkum, tilsamans 330 fólk í rakstrinum.
Tað varð býtt í drápspartar, 1 skinn í part.
449 skinn vóru til heimapartar til økið Eystan Múla umframt Kunoy og Kalsoy. Hesi fingu 0,35 skinn í part.




