Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

13 bjargað úr flogfarinum

John D. Olsen

13 av teimum 16 eru bjargað úr brennandi flogfarinum, sum fór útav lendingarbreytini í Stord

Tað var í morgun kl. 07:35 (lokal tíð), at eitt flogfar hjá Atlantic Airways for av lendingarbreytini í Stord flogvøllinum, sunnan fyri Bergen, tá tað júst hevði sett seg á flogvøllin. Eldur kom í beinanvegin í flogfarið.

Bjargingartænastan hevur sagt at 13 av teimum 16 fólkunum í flogfarinum eru komin út for brennandi flogfarinum á lívi. 3 eru framvegis ikki funnin.

Vitni til vanlukkuna siga, at tey hoyrdu eitt ógvusligt buldur og síðan sóu tey eina stóra elds-spreinging.

-Tað var eitt óvanliga stórt buldur og beinanvegin aftaná vóru eldslogar at síggja. Tað vóru risa stórir eldslogar, sum fóru 50 metrar upp í luftina. Tað er tær størstu eldslogarnir eg nakrantíð havi sæð, segði Frode Pletten.

Bjargingartænastan segði, sambært ekstrabladet.dk, at øll tey evakueraður eru tilvitað, men fleiri eru farin á sjúkrahús.
Av teimum 16 ferðafólkunum vóru 12 ferðafólk restin er manning.

www.ekstrabladet.dk