Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16 ára bókaverk lokið

John William Joensen

Fríggjadagin varð stóra orðabókaverkið hjá Jonhardi Mikkelsen og Annfinni í Skála lagt alment fram. Útgávan er stuðlað av eitt nú Kl. Býráð.

Ein slík bókaútgáva er eitt sera stórt tak, sum krevur stóra orku á fleiri økjum, fakliga, menniskjaliga, arbeiðsliga og ikki minst fíggjarliga, og tí er umráðandi hjá útgevarunum, at teimum verður veittur fíggjarligur stuðul.

Millum stuðlarnar av hesi útgávuni teljast stórfyritøkur sum BP, Atlantic Petrolium, Chevron og fleiri aðrar, millum annað Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Býráð.

Fyritøkan Vasti hevur sniðgivið bókaverkið og greitt tað til prentingar.

Bókin, sum hevur verið ávegis í 16 ár, er eitt satt frambrot í føroysku málsøguni. Ein varði, sum uttan iva hevur størri týdning fyri føroyska málið meir enn fyri tað enska, sum man vera mætasta málið í heiminum í dag.

Enskt hevur sanniliga eisini trokað mangt móðurmáli av. Tó ikki tað føroyska, sum hevur yvirlivað í øldir, og hvørs styrki verður staðfest av júst hesi orðabókaútgávu millum "heimsmálið" og okkara kæra móðurmál.

Og so er hon teldutøk eisini, henda stóra bókaútgáva.

Talan er um enskt-føroyskar orðbøkur, ið koma út sum bøkur, fløga og internethald.

Tað eru Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen, sum hava skrivað og ritstjórnað nýggju føroysku-ensku og ensku-føroysku orðabøkurnar.

Felagið Sprotin gevur út bøkurnar, sum telja slakar 1600 síður.

Mynd:  Dávur Winther.