Ein ætlan, ið hevur verið nakað ávegis í rúma tíð, verður nú veruleiki. Gomlu læknahúsini við Klaksvíkar Sjúkrahús verða nú umvæld og umbygd, soleiðis at tey kunnu gerast fyrisitingarbygningur fyri sjúkrahúsið. Eisini er ætlanin, at serligar viðtalur kunnu fara fram har. Tað er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, ið eigur uppskotið, og kostnaðurin kann í mesta lagi vera 16 milliónir.
Gomlu læknahúsini, vanliga kallað Gula húsið, eru stór hús, sum vórðu bygd sum eini valahús í 1923 sum læknabústaður og til læknaviðtalur. Húsini hava staðið tóm og hava ikki verið brúkt nógv tey seinastu árini. Ætlanin er nú at umvæla og umbyggja húsini, so tey kunnu nýtast til fyrisitingina og annað tíðaravmarkað virksemi sum t.d. serligar sjúklingaviðtalur.
Talan er um miðhædd á 174 m², 165m² loftshædd og partvíst innrættaðan kjallara. Konstruktiónin er úr dygdargóðum, trivaligum tilfari. Ein minni eldur var í húsunumí 2007, sum hevði fitt av roykskaða við sær. Um ársskiftið 2012-13 vórðu húsini tømd fyri órudd, sjónligt hvs og el, bleytar plátur, leyst gólvtilfar o.a. Eisini varð ein stórur partur av timbri og stórviði ísblástur fyri roykskaða. Øll bróst á loftshæddinivórðu tikin niður og alt tilfar varð tikið undan sperrunum, so bert stórviðurin (konstruktiónin) stendur eftir.
“Tilfarið er av høgari góðsku og plássið ríkiligt”, verður sagt, og hildið fram: “Høgt er millum sylla og vítt til veggja. Fyri nøkrum árum síðani vórðu lekar tettir, og ein hitapumpa varð sett í húsini, so tey hava verið tøtt og heit seinastu árini.Gomlu læknahúsini standa í einum varðveitingarverdum garði, við gomlum trøum og gjørdum gøtum.”
Tað er partur av ætlanini at varðveita partar av garðinum og at endurnýggja aðrar partar. Tá ið húsini eru umvæld og umbygd, fara tey at verða brúkt til fyrisiting hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Talan er um at útvega 10 skrivstovupláss, fundarhøli, viðtaluhøli, arbeiðsklivar og skjalasavn.
Eftir ætlan skulu húsini vera liðugt umvæld og umbygd, so tey kunnu takast í brúk í 2023 við so fáum broytingum í innrætting, sum til ber, soleiðis at dámurin av húsunum kann verða varðveittur mest møguligt. Nú høvuðsprojekt er gjørt, er ætlanin at bjóða arbeiðið út í trimum høvuðsarbeiðstøkum. Samlaða løguupphæddin fyri verkætlanini, sum er 16 mió. kr., fevnir um allar útreiðslur fyri, at løgan eftir ætlan kann takast í nýtslu, herundir innbúgv, størri útgerð og uttanumøki.
Landsverk hevur gjørt eina meting av kostnaðinum, sum samlað er mettur at verða 16 mió. kr., íroknað fyrireiking og prosjektering, sum er framd. Innbúgv er somuleiðis íroknað. Ætlandi verður verkætlanin boðin út í fyrra hálvári 2022, og kostnaðurin verður kendur, tá ið útboðið er av og útboðsvinnari funnin. Higartil eru brúktar um 1,3 mió. kr. til fyrireiking og projektering. 6 mió. kr. vóru játtaðar í 2021, og verður óbrúkt játtan flutt til seinni fíggjarár. í 2022 er játtanin sett til 5 mió. kr., og í ætlanarárinum 2023 eru settar 10 mió. kr. av í játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús, løgujáttan.
Landsverk hevur mett, at útreiðslurnar kunnu fella soleiðis yvir ár:1,3 mió. kr. í 2021; 11,2 mió. kr. í 2022 og 3,5 mió. kr. í 2023. Verkætlanin verður tilrættisløgd og framd sambært veittari játtan í fíggjarlógini.




