Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

1.800 arbeiðspláss flyta úr Keypmannahavn

Jóhann Lützen

Í morgin verður kunngjørt, hvørji 1.800 almenn arbeiðspláss flyta úr Keypmannahavn til onnur øki í landinum. Hetta er ein liður í ætlanini hjá donsku stjórnini frá 2015 um at flyta tilsamans yvir 4.000 arbeiðspláss út kring landið. Í september í 2017 vóru 2.546 størv flutt, og í morgin verða so 1.800 kunngjørd afturat.

Umframt hetta er ætlanin eisini at flyta millum 500 og 1.000 útbúgvingarpláss til teir tíggju býirnar Holstebro, Svendborg, Fredericia, Skjern, Hedensted, Kalundborg, Rønne, Helsingør, Nykøbing á Falster og Hobro.

Sambært tølunum hjá danska fíggjarmálaráðnum eru 24% av starvsfólkunum flutt við arbeiðsplássunum, sum eru flutt, meðan hini eru sett av nýggjum.

Harleywoodpaint