Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

18.000 pund í ein dag

Oliver Joensen

Eg kann ikki siga at eg eri illa nøgdur. – Tað sigur Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus, tá vit ringdu til hansara í morgun um fiskiskapin higartil í ár. 

Karlamagnus roynir við snellu. Hjá okkum hevur hetta verið nógv tað frægasta árið í eitt langt áramál. Seinasta túrin avreiddu vit 30.000 pund, seinasta dagin fingu vit 18.000 pund. Vit hava roynt norðanfyri. Brúkiligur fiskiskapur var eftir toski innari. Men vit fingu betri fiskiskap uttari hendan túrin, tá var tað upsi vit fingu.

Men útróðrarbátarnir við línu hava ikki fingið nakað serligt? – Nei, men eg haldi at orsøk fer fyri tí, svarar Magnus. Upsin og toskurin vit hava fingið stendur at bresta av nebbasild. Eg rokni við at tað er nógv til av fiski, tað ber fiskiskapurin hjá trolarunum eisini boð um, men eg rokni ikki við at hann tekur línuna tá so nógv æti er til. Seinastu 15 árini havi eg ikki sæð so nógva nebbasild. Tá vit plagdu at royna eysturi í Holinum, var vanligt at brislingur var at síggja í fiskinum, men soleiðis er ikki í dag, tað er næstan bert nebbasild, sum sprænir úr fiskinum.

Tit útróðrarmenn plaga at eftirlýsa eysturætt. Hvussu metir tú fiskiskapin nú frameftir? – Magnus flennir í hinum endanum. – Tá mars mánaði er av og gýtingin norðanfyri er liðug, tá er tað vanliga at fiskurin hvørvur og vit síggja ikki ein stert aftur fyrr enn summarfiskiskapurin byrjar.

Spurdi eisini Magnus Johansen, um nógv lív sæst norðanfyri. – Vit snellast, so vit hava ikki so góðar stundir at hyggja, men svartfuglur er at síggja og nógvur annar fuglur, men grind og stórhval havi eg ikki sæð nakað til í seinastuni, sigur skiparin og reiðarin á Karlamagnus at enda.