Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1’arin – fá 2,5 % í rentu

John William Joensen

Í sambandi við at Norðoya Sparikassi kann hátíðarhalda 90-ára stovningardag, bjóða vit enn einaferð góða rentu til 1’arin.

Sparikassin heldur fram við góða tilboðnum á 1’aranum, og ber til hetta komandi árið at at fáa 2,5 % í rentu.

Fyrstu ferð hendan kontan kundi stovnast var á 85-ára stovningardegi sparikassans í 2004. Síðan tá hevur Norðoya Sparikassi á hvørjum ári givið góða rentu á 1’aranum, og soleiðis er eisini í ár, nú sparikassin kann halda 90-ára stovningardag sín.

Rentan hetta komandi árið, galdandi frá 24. september 2009 til 23. september 2010, er 2,5 %. Rentan er føst, og verður ikki broytt í hesum tíðarskeiði.

Minsta innskot á 1’aran er kr. 25.000 og hámarkið, fyri hvussu nógv tú kanst seta inn á 1’aran, er kr. 150.000.

1’arin er opin fyri nýggjum innskotum í ein mánað, har seinasti dagur at flyta pening inn á 1’aran er fríggjadagin 23. oktober 2009. Peningur, ið settur er inn á 1’arin, er ikki bundin. Tað vil siga at tú altíð kanst taka hann út aftur.

Vilt tú vita meira kanst tú lesa faldarin um 1’arin, seta teg í samband við sparikassan, ella vitja eina av deildum okkara í Klaksvík, Saltangará ella Tórshavn.