Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

2. pláss kann fáa týdning hjá KÍ

Jákup Ósá

Undir vanligum umstøðum er eingin munur á at enda nr. 2 ella 3 í landskappingini, men soleiðis verður kanska ikki í ár.

11 umfør eru eftir í landskappingini og hjá KÍ er tað í løtuni ein kapping um 2. plássið, tí Víkingur er heili 9 stig frammanfyri umframt eina betri málúrtøku. Í meir enn eitt ár hevur Víkingur bara sett stig til í einum dysti, so at teir skulu seta stig til í minst fýra dystum síðstu 11 umførini umframt at KÍ skal vinna allar er ikki serliga sannlíkt.

HB og KÍ kappast um 2. plássið í løtuni og tað kann fáa týdning hjá KÍ at enda á 2. plássi í ár. Orsøkin er, at um Víkingur vinnur á HB samanlagt í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið (seinna hálvfinalan verður leikt 22. august) og síðani vinnur greipuna, sum tá ikki er so ósannlíkt, so verður tað nummar tvey, sum yvirtekur Evropaplássið hjá steypavinnaranum. Og tað merkir, at nummar tvey skal byrja í 2. umfari í Conference League í 2025. KÍ hevur so mikið høgt styrkistal, at KÍ í 2025 kemur at verða styrkismett í 1., 2. og 3. umfari í Conference League.

Fyri at byrja í 2. umfari fær eitt lið 4,0 milliónir sum minstu upphædd ístaðin fyri 2,5 milliónir fyri at byrja í 1. umfari. Og styrkistali verður í minsta lagi 1,5 stig ímun til 1,0 stig um man bara spælir 1. umfar.