KÍ vann í Sørvági, men tað var ikki uttan trupulleikar.
Tað kendist ein avís ónøgd á KÍ-liðnum ein part av dystinum um egið avrik, har 8 av teimum 11 sum byrjaðu inni, ongan sáttmála hava fyri 2025. Púra óvæntað byrjaði KÍ við trimum í miðverjuni, men tað riggaði illka og bleiv broytt í hálvleikinum.
Bæði liðini høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men einasta málið kom í seinna hálvleiki, tá uppspæl frá Jóannes K. Danielsen og Árna Frederiksberg endaði við at Páll A. Klettskarð bara skuldi stýra innlegginum frá Jóannes í tóma málið. 20. málið hjá Páll í landskappingini í ár.
Móti endanum fekk Odmar Færø reytt kort eftir, at hann gjørdi stórt mistak og mátti fella leikara hjá 07 Vestur, sum hevði fríðan veg móti KÍ-málinum.
Sigurin hjá KÍ ger, at KÍ hevur vunnið 10 dystir á rað og hevur 60 stig.




