Veðurlagið á jørðini broytist skjótt av mannaávum. Náttúrligu broytingarnar eru lítlar og ongar afturímóti.
2017 er næst- ella triðheitasta ár, sum er mált. Bert 2016 var heitari. Í 2015 var líka heitt. Bæði 2015 og 2016 vóru El Niño ár – tað er tá ið stórur partur av Kyrrahavi gerst heitari og ávirkar hitalagið á allari jørðini.
2017 er tað árið, hægsti miðalhiti er máldur, hóast einki El Niño var. Hinvegin, var eingin kølandi La Niña, so var máldi hitin uppaftur hægri.
2017 var munandi heitari enn 1998, tá ið ein máttmikil El Niño var, sum hjálpti nógv til at fáa hitan upp. Vísindafólk meta hetta vera eina greiða ábending um, at manngjørda ávirkanin á hitalagið á jørðini er nógv størri enn sveiggini í náttúruni. CO2 útlát er tann størsti syndarin, siga vísindafólkini.
Tølini, sum vísindafólkini byggja sína støðu á, eru frá Met Office í Bretlandi og frá tveimum amerikanskum stovnum, NASA (North American Space Agency) og NOAA (National Oceanic and Atmospheric Administration). Hetta eru stovnar, sum hava gjørt veðurmátingar kring heimin í mong ættarlið – NOAA hevur verið til síðan 1807.
Vísindafólk hava tikið tøl frá 1000vís av hitamátingum kring alla jørðina, frá øllum meginlondum og krong øll tey stóru høvini.
Tølini fyri 2017 og fyri 2015 eru akkurát líka.
Ein lítil munur er á úrslitunum av mátingunum hjá omanfyrinevndu stovnum. NASA setur 2017 at vera næstheitasta ár; NOAA og Met Office seta árið á triðjapláss – t.e. síðan 1850.
Eitt skilmark innan veðurlagskanningar er ídnaðarkolveltingin – vanliga sett at vera tíðarskeiðið frá 1750 til 1850. Hitalagið á jørðini verður sammett við hitalagið, sum tað var áðrenn ídnaðarkolveltingina.
Mátingar av innihaldinum av CO2 í luftini tey seinastu fleiri 100 árini vísa, at eftir at verksmiðjur í óteljandi tali fóru av nýta tonsavís av koli í framleiðsluni, er talið áhaldandi vaksið og hitin á jørðini eisini.
Í 2017 var miðalhitin 0,99°C oman fyri miðalhitan fyri 1850 til 1900. Nærri okkara døgum vísa tøl, at 2017 var 0,38°C heitari enn miðaltølini fyri 1981 til 2010. Tølini kunnu tykjast lítil, men hetta er í veruleikanum ógvuslig tøl!
Náttúrligu sveiggini gera sítt, og tað er serliga El Niño sum ger mun. Hetta stóra og máttmikla náttúrufyribrigdið í 2015 og 2016 gjørdi miðalhitan á jørðini eini 0,2°C heitari, meta vísindafólk. Í 2017 var einki El Niño, og tí einki munandi náttúrligt sveiggj frá náttúruni.
Tað ber til at taka burtur úr hitamátingunum sveiggini frá El Niño, sum ger jørðina heitari, og La Niña, sum ger jørðina kaldari – og tá er 2017 tað heitasta árið, ið nakrantíð er mált á jørðini.
Kelda: www.bbc.com
Umsett úr enskum
Upprunaheiti: 2017 – warmest year without El Niño
Grein eftir Roger Harrabin, umhvørvisgreinara




